Føroya Pedagogfelag

  • Increase font size
  • Default font size
  • Decrease font size

"Tori-skeið" fyri álitisfólk

E-mail Print

Nevndin takkar álititsfólkum fyri ein góðan fund í gjár og fyri góða uppmøting. Tað er tíverri torført at skipa so fyri at øll fáa møtt, men vit royna at laga okkum eftir ymisku tørvunum.

Tað er eitt ynski frá álitisfólkum, at felagið skipar fyri skeiðum, sum kunnu menna førleikanar at røkja álititsfólkastarvið. Vit arbeiða við at fáa fleiri skeið á skránna í ár og koma tit at frætta nærri um hetta.

Felagið hevur nú gjørt avtalu við Riu Torgarð um at skipa fyri tveimum “Tori-skeiðum”.  Hetta er skeið sum leggur dent á hvussu ein torir at standa fram og hvussu ein best ber sín boðskap fram fyri onnur.

Les meira...
 

Samráðingar 2010

E-mail Print

_MG_8007-661_copy-655Nevndin í Føroya Pedagogfelag handaði í dag Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Fíggjarmálaráðnum sáttmálakrøvini, sokallaðu serkrøvini og byrjaði hervið av álvara sáttmálasamráðingarnar.

Sáttmálin gongur út tann 1. Oktobur og samráðst verður um felagskrøv við Fakfelagssamstarvinum, samstundis sum vit samráðast um okkara serkrøv.

Næsti samráðingarfundur um felagskrøv verður tann 20. August kl.10.00 og serkrøv verða á skránni aftur tann 2. Septembur kl.13.00.

Nevndin leggur upp til positivar samráðingar og vónar, at vit kunnu røkka teimum málum sum nevndin sjálv og limir okkara hava raðfest.

 

Vit fegnast

E-mail Print

flskNevndin í Føroya Pedagogfelag fegnast um, at tað allíkavæl eydnaðist 40 lesandi at sleppa inn á Fróðskaparsetur Føroya at lesa til námsfrøðing. Góða eydnu við lesnaðinum ynskja vit tykkum.

 

Avgerð er fallin í Fasta Gerðarrættinum

E-mail Print

Avgerð er fallin í Fasta Gerðarrættinum um tulkingarósemjuna millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Pedagogfelagið tapti málið og tulkingin hjá KAF er tí tann sum nú er galdandi. Felagið ger fyri limunum greitt, at vit eru sera hørm um úrskurðin og at vit ikki meta at niðurstøðan tænir okkara limum. Tað er fyri okkum torført at skilja, at limirnir í Føroya Pedagogfelag út frá úrskurðinum framhaldandi kunnu verða í teirri støðu, at ójavni er á lønunum. Felagið ivast í um Fasti Gerðarætturin nóg væl skilir okkara sjónarmið, men mugu vit í verandi støðu taka úrskurðin til eftirtektar.

Úrskurðurin kann lesast við at trýsta á leinkjuna.

Attachments:
Download this file (fasti.pdf)fasti.pdf[ ]749 Kb
 

Mamman og pápin kunnu býta 10 vikur við løn

E-mail Print

Í samband við at Føroya rættur hevur felt dóm sum sigur, at Javnstøðulógin gevur pápum somu rættindi sum mammum til barsilsfarloyvi eftir 14. viku, leggja vit hesa vegleiðing til kunningar. Javnstøðulógin fer í hesum føri framum Barsilslógina og sáttmálarnar hjá ymisku fakfeløgunum.

Les meira...
 
  • «
  •  Byrjan 
  •  Aftur 
  •  1 
  •  2 
  •  3 
  •  4 
  •  5 
  •  6 
  •  7 
  •  8 
  •  9 
  •  10 
  •  Fram 
  •  Endi 
  • »



Banner

Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1, Postboks 318
110-Tórshavn
Tel. 35 75 76
Fax 35 75 73

pedagog@pedagogfelag.fo

Samlagstryggingin

Vit vilja minna limirnar á, at um tit fara í farloyvi uttan løn,  kemur einki inngjald fyri felagslívstryggingina, ið er kr. 125.- mán. Tit detta automatiskt burtur úr tryggingini um tit ikki gjalda inn sjálvi,  og eru tá ikki tryggjaði. 

Tit fáa konto nr. við at venda tykkum til felagið.

Starvslýsingar

DROTNING MARGRETHU BARNAGARÐUR v/ KFUM&K

 

GerðagøtaFO-700Klaksvík Telefon 455557 Telefaks 457657

Telduposturmargretha@margretha.fowww.margretha.fo

Pedagogur

Les meira...

Álmanakkin

<<  Sep 2010  >>
 M  T  M  H  F  L  S 
    1  2  3  4  5
  6  7  8101112
13141516171819
2122242526
27282930