Tryggingar

Føroya Lívstrygging er veitari av trygginum og eftirlønargrunn hjá Føroya Pedagogfelag.

Vit hava eina samlagstrygging fyri limir (sí her!). Henda trygging er tó treyta av at inngjaldið til eftirløn er flutt til Føroya Lívstrygging og at tann upphæddin svarar til umleið 1.000 kr. um mánan.

Samlagstryggingin kostar 155 kr. og verður tikin av eftirlønargjaldinum.

Tú kann síggja júst tína eftirlønaruppsparing og viðurskifti her!

Eftirlønargjaldið er 12% av grundlønini. Námsfrøðingar, ið starvast hjá landinum, (Fólkaskúlanum og Almannaverkinum) fáa tó 14% í eftirløn av grundlønini.

Tænastumannasettir námsfrøðingar kunnu vera fevnd av samlagstryggingini við at gjalda 155 kr. til felagið.

Samlagstrygging er treytað av limaskap í Føroya Pedagogfelag.