Heimkoman

Hon kom til mín nú eitt kvøldið,
eg aftur komin var.
Eg spurdi, og hetta hon svarar: 
Eg sannleikan vil siga fyri tær.

Eg elski teg og bert tín vil vera, 
men tekur tú meg ei,
eg veit, at sorgina ei eg kann bera,
tá í vónloysi tú meg hevur leitt.

Ja, hvat skal eg gera, 
hon nú mín vil vera,
men – tá eg burtur farin var, 
hon ein annan valdi sær.

Ja, nú veit eg, hvat eg vil gera: 
Eina aðra eg finna mær vil,
sum trúgv í móti mær vil verða, 
til deyðin okkum skilja vil.

Ja, hvat skal eg gera, 
hon nú mín vil vera,
men – tá eg burtur farin var, 
hon ein annan valdi sær.

Ja, nú veit eg, hvat eg vil gera: 
Eina aðra eg finna mær vil,
sum trúgv í móti mær vil verða, 
til deyðin okkum skilja vil.